Alison Krauss
From Wikipedia, the free encyclopedia
Alison Maria Krauss (fødd 23. juli 1971 í Decatur, Illinois) er ein amerikonsk songkvinna og violinleikari, sum er kend fyri at syngja og spæla bluegrass- og countrytónleik á hægsta stigi.
Alison varð fødd i Decatur, men vaks upp í Champaign, Illinois, saman við eldra beiggjanum Viktor. Hon byrjaði sína yrkisleið sum tónleikari í áttatiárunum. Í 1985 luttók hon í upptøkum til útgávuna Different Strokes hjá beiggja sínum, har hon eisini sang.
Alison Krauss var tilnevnd til eina Grammy-virðisløn fyri fyrstu ferð Í 1991. Hon gjørdist vinnari við sanginum "I've Got That Old Feeling" í bólkinum Country - Best Bluegrass Recording. Síðani hevur hon verið tilnevnd til Grammy-virðisløn 42 ferðir og 27 ferðir hevur hon vunnið. Eingin kvinna hevur vunnið fleiri Grammy-virðislønir enn hon.
Millum hennara kendastu sangir eru "When You Say Nothing At All" frá 1995 og "The Scarlet Tide" úr filminum "Cold Mountain" frá 2003.