Athos
From Wikipedia, the free encyclopedia
Athos (grikskt): Όρος Άθως (Oros Athos)er eitt fjall og ein hálvoyggj í Makedónia í Grikkalandi. Athos er á listanum yvir heimsarvar hjá UNESCO (World Heritage Sites). Athos er eisini ein sjálvstýrandi tjóð í tí griksku tjóðini. Her eru 20 orthodoks klostur á Athos, sum hoyra beinleiðis undir økið hjá patriarkinum í Konstantinopel. Í dag nevna grikkar Fjallið Athos fyri Agion Oros (á grikskum: Άγιον Όρος), sum merkir Heilaga Fjallið. Bert menn sleppa at búgva har. Athos bleiv stovnað í 963 og er eitt sjálvstøðugt land, sum formliga hoyrir undir Grikkaland. Í 2001 var fólkatalið á Athos 2.262. Í einstøkum klostrum búgva fyrst og fremst munkar úr Russlandi, Serbia, Bulgaria og Rumenia.