Giuseppe Verdi
From Wikipedia, the free encyclopedia
Giuseppe Fortunino Francesco Verdi (9. ella 10. oktober 1813 – 27. januar 1901) var italskt romantiskt tónaskald, ið serliga komponeraði opera. Hann var eitt av teimum mest týðandi tónaskøldunum í 19. øld. Verk hansara verða ofta framførd í operahúsum kring allan heimin, eins og tema frá summum av verkum hansara eru rótfest í fólksligari mentan sum t.d. "La donna è mobile" úr Rigoletto, "Va, pensiero", tað hebraiska trælakórið úr Nabucco, "Libiamo ne' lieti calici", drykkjuvísan úr La traviata og triumfmarchurin úr Aida.