Hondbóltur í Føroyum
From Wikipedia, the free encyclopedia
Føroyingar hava spælt hondbólt síðan fyrst í 1920'unum. Tann fyrsta ítróttarhøllin varð tikin í nýtslu í 1969. Talið á ítróttarhøllum er í dag 13. Síðan 1969 er talið av luttakandi kappingarliðum vaksið ómetaliga nógv. Føroysk feløg hava síðan 1972 luttikið í Europa Cup-kappingunum, men eingi av teimum føroysku liðunum eru komin longri enn til 1. umfar. Av teimum 80 landsdystunum, ið Føroyar (menn) hava spælt - tann fyrsti í 1964 - hava Føroyar spælt ein javnleik, tapt 63 dystir og vunnið 16; teir flestu sigrarnir vóru móti bretskum liðum. Fyrr vóru teir flestu landsdystirnir vinardystir, men Føroyar luttaka nú regluliga í bæði HM- og NM-kappingum. Kvinnurnar spældu teirra fyribils seinasta landsdyst í 1980, og tá vóru spældir ikki færri enn átta av íalt 13 landsdystum hjá kvinnunum.