Nýkaledónia
From Wikipedia, the free encyclopedia
Nýkaledónia (alment franskt: Nouvelle-Calédonie) er eitt oyggjaland í Kyrrahavinum. Høvuðsstaðurin eitur Nouméa.[1] Nýkaledónia er 1800 km eystan úr Avstralia, 630 km sunnan úr Vanuatu og 1300 km vestan úr Fiji. Sum mangar aðrar oyggjar í Polynesia er Nýkaledónia undir einari størri og sterkari tjóð, Fraklandi.
| |||
Tjóðarslagorð: Terre de parole, terre de partage | |||
Tjóðsangur: Soyons unis, devenons frères | |||
Alment mál | Franskt | ||
Høvuðsstaður | Nouméa | ||
Forseti | Emmanuel Macron | ||
Forsætisráðkvinna | Louis Mapou | ||
Fullveldi | Einki a | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
18,576 km² 0 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2014 - tættleiki |
268,767 14,5/km² | ||
Gjaldoyra | CFP Frankur | ||
Tíðarøki | UTC +11 | ||
Økisnavn á alnetinum | .nc | ||
Telefonkota | +687 | ||
a Frakland hevur enn ræðið á teimum fólkaríku oyggjunum í Nýkaledónia. |
Nýkaledónia hevur verið undir franska stýrinum síðan 1853. Í byrjanuni varð hjálandið brúkt til at húsa revsifangum. Í dag búgva uml. 268.000 fólk á oyggjunum, sum hava ábyrgdina av 40 prosent av heimsins nikkulframleiðslu. Nýkaledónia fær 1,3 mia. evrur, ella knappar 10 mia. krónur, um árið úr Fraklandi. Hjálandið hevur eisini fýra umboð í franska parlamentinum, umframt sína egnu kongress, ið hevur ábyrgdina av ymsum økum sum t.d. løgregluarbeiði, útbúgving og lokalari lóggávu.
Nýkaledónia liggur eystan fyri Avstralia og norðan fyri Ný Sæland. Nýkaledónia brúkar bæði fronsku trikolorina og egið flagg.