Royður
From Wikipedia, the free encyclopedia
Royður, eisini kallað bláhvalur, er heimsins størsta djór. Besta eyðkennið er blásturin, sum er so tjúkkur sum ein armur; og hart ríkir í, tá ið hon blæsur. Blásturin kann standa meira enn 9 metrar upp úr sjónum.
Meira kunning How to read a taxobox, Varðveitingarstøða ...
Royður | ||||||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Vaksin royður
Stødd samanborin við miðalmenniskja | ||||||||||||||||||
Varðveitingarstøða | ||||||||||||||||||
Frøðilig flokking | ||||||||||||||||||
| ||||||||||||||||||
Lat aftur
Tær síggjast einasamallar ella fáar saman, vanliga eitt kvenndjór við hvølpi. Á vári gongur royðurin tætt vestan fyri Føroyar, og frá fyrndini hevur hon á hvørjum ári í apríl-mai lagt somu leiðina norðureftir ígjøgnum Vestmannasund.
Royður hevur ógvuliga stóran kjaft. Tá ið hon gloypir, fyllist kjafturin við fleiri túsund litrum av sjógvi og æti, og háls- og búkfoyrurnar tambast út. Fullvaksin royður etur uml. 2 tons av æti um samdøgrið.[1]