Sameindu Tjóðir
From Wikipedia, the free encyclopedia
Sameindu Tjóðir er týdningarmesti altjóða felagskapurin í heimskipanini. ST er stytting fyri Sameindu Tjóðir [1]. Á donskum kallast felagsskapurin Forenede Nationer (FN), á enskum United Nations (UN) og á fronskum Organisation des Nations Unies (ONU). Alheimsfelagsskapurin Sameindu Tjóða er ein felagsskapur, ið arbeiðir fyri at beina burtur mismun millum tjóðir, millum fólkasløg, millum borgarar og millum ymsar samfelagsbólkar. Felagsskapurin virkar fyri javnbjóðis rættindum fyri øll. Stovnurin Sameindu Tjóðir varð stovnaður fyri at forða fyri fleiri kríggjum sum Fyrra- og Seinna heimsbardaga. Sameindu Tjóðir vórðu settar á stovn í 1945, beint eftir Seinna heimsbardaga.
Føroyar eru ikki sjálvstøðugur limur í Sameindu Tjóðum, men eru partur av danska limaskapinum. Hóast Føroyar ikki eru stjálvstøðugur limur, so hava tó atlimaskap í felagsskapum, sum eru knýttir at ST. Næstan øll fullveldislond eru í ST, har tey samstarva og samráðast um øll heimsins viðurskifti. Í 2013 eru 193 lond limir í ST [2]. Vatikanríkið og Palestina hava eygleiðarastøðu. Sameindu Tjóðir er ein millumtjóða felagsskapur, og meginreglan er, at bara fullveldislond kunnu verða limir. Dømi eru tó um lond uttan fullveldi, sum hava verið limir. Hvítarussland og Ukreina vóru limir í ST, hóast tey vóru partur av Sovjetsamveldinum undir Kalda krígnum [3]. Hildið verður, at Sovjetsamveldið kravdi at fáa størri vald í ST, og at hetta varð gjørt við at geva Sovjetlýðveldunum Hvítarusslandi og Ukreina status sum ST-limir og harvið fullan atkvøðurætt.
ST hevur fýra aðalmál: at verja friðin og trygdina í heiminum, eggja londunum til rættvísi, at stuðla og menna samstarvið landanna millum og at virka sum stovnur, har londini í heiminum kunnu samstarva til tess at røkka hesum málum [4]. Øll limalond taka undir við grundsjónarmiðunum um, at allar ósemjur teirra millum skulu verða loystar friðarliga, og at tey skulu ikki fara við hørðum ímóti øðrum londum uttan í sjálvverju.