Ásarveldini
From Wikipedia, the free encyclopedia
Ásarveldini (á týskum: Achsenmächte) er eitt orð ið verður brúkt um tey lond, ið strýddust ímóti teimum sameindu undir Seinna heimskríggi. Ásarveldini vóru sett á stovn í oktober 1936, tá Týskland og Italia undirskrivaðu ein vinasáttmála. Ein mánað seinni varð Antikominternsáttmálin undirskrivaður, har Japan eisini var við. Hin 22. mai 1939 undirskrivaðu Týskland og Italia Stálsáttmálan.