Amerikanska Sámoa
From Wikipedia, the free encyclopedia
Amerikanska Sámoa (sámoskt[1]: Sāmoa Amelika ella Amerika Sāmoa, enskt: American Samoa) er eitt lítið amerikanskt oyggjaland í Kyrrahavinum. Oyggjabólkurin er annar av teimum tveimum oyggjabólkunum, sum mynda Sámoaoyggjarnar í Polynesia. Amerikanska Sámoa er eystasta oyggin í oyggjabólkinum. Lýðveldið Sámoa liggur eisini í oyggjabólkinum. Amerikanska Sámoa er umleið miðskeiðis millum Hawaii og New Zealand. Oyggjarnar eru partur av USA og liggja 900 km norðanfyri Tonga, 100 km eystanfyri Lýðveldið Sámoa og 500 km sunnan fyri Tokelau.
| |||
Tjóðarslagorð: "Samoa, Muamua Le Atua" (sámoskt) "Samoa, Let God Be First" (enskt) | |||
Tjóðsangur: The Star-Spangled Banner | |||
Alment mál | Sámoskt og enskt | ||
Høvuðsstaður | Pago Pago | ||
Forseti | Joe Biden | ||
Guvernørur | Lemanu Peleti Mauga (D) | ||
Fullveldi | Onki 1 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
199 km² 0,0 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2014 - tættleiki |
54 517 326/km² | ||
Gjaldoyra | Amerikanskur dollari ($) | ||
Tíðarøki | UTC -11 | ||
Økisnavn á alnetinum | .as | ||
Telefonkota | +1684 | ||
1Amerikanska Sámoa hevur sjálvstýri, men er undir amerikonskum yvirræði. |
Amerikanska Sámoa gjørdist amerikanskt hjáland í 1899, og hevur síðan hoyrt til Sameindu Statirnir, burtursæð frá styttri tíðarskeiðum, har ið oyggin var hersett av Týsklandi. Tá ið niðurlendingar komu til oyggjarnar í 1722, vóru tær so tætt skógvaksnar, at næstan ikki var framkomandi. Í dag eru stórir partar av oynni dyrkaðar, men tað eru enn fleiri øki, sum eru órørd, m.a. National Park of American Samoa. Hesi økið eru sera ymisk. Høg ber fjøll, onnur fjøll eru vaksin við frumskógar líknandi vøkstri. Skógarklædda fjallalandslagið líkist nógv tí í grannalandinum Lýðveldið Sámoa fyri vestan. Íbúgvarnir eru av polynesiskum uppruna, men eisini er ein hvítur minniluti.
Amerikanska Sámoa er partur av USA, og fólkið, har býr, er sostatt amerikanar. Oyggjarnar hava sítt egna ting og guvernør; teir hava eitt ting, sum smíðar lógir, og ger egna fíggjarlóg. Men uttanríkismál verða umsitin í District of Columbia. Oyggjabúgvar senda umboð til tjóðartingið í Washington DC. Gjaldoyrað, ið nýtt verður, er amerikanskur dollari (USD). Almenn mál eru enskt og sámoskt, sum er eitt polynesiskt mál.