EB/Streymur/Skála
føroyskt fótbóltsfelag fyri kvinnur / From Wikipedia, the free encyclopedia
EB/Streymur/Skála (kvinnur) er eitt felagslið í føroyskum kvinnufótbólti, sum byrjaði í 2013, sum eitt samstarv millum EB/Streym og Skála ÍF. Felagsliðið hjá EB/Streymi og Skála var tað fyrsta fótbóltsliðið, ið megnaði at støðga sigursrøðini hjá KÍ kvinnunum í fleiri ár. Tær vunnu 2-0 á heimavølli 26. mai 2013 móti KÍ. Samstundis var hetta fyrsta ferðin, at KÍ tapti á útivølli síðani 22. apríl 2007.[1]
Skjót fakta Fult navn, Kelinavn ...
Fult navn | EB/Streymur/Skála | ||
---|---|---|---|
Kelinavn | EBS/Skála | ||
Stovnað | 2013 | ||
Vøllur |
undir Mýruhjalla, Skála við Margáir, Streymnes | ||
Venjari | Mathias Davidsen | ||
Deild | 1. deild kvinnur | ||
2023 | 7. | ||
|
Lat aftur
EB/Streymur/Skála vann á fyrsta sinni finaluna í steypakappingini í 2017, tá liðið vann finaluna 3-2 móti HB. Seinni sama ár, hin 7. oktober 2017, vann liðið FM á fyrsta sinni, og tað var samstundis fyrstu ferð í 21. øld, at eitt annað lið enn KÍ vann FM-heitið.[2]