FC Bayern München
From Wikipedia, the free encyclopedia
FC Bayern München er eitt týskt fótbóltsfelag og ítróttarfelag úr München, sum er høvuðsstaður í tí suðurtýska stakríkinum Bayern. Liðið spælir í týsku Bundesliguni, teir spæla heimadystir sínar á Allianz-Arena. FC Bayern München hevur umleið 142.500 limir, og er harvið heimsins næststørsta ítróttarfelag í heiminum, næst eftir FC Barcelona. Fótbóltur er tann størsta ítróttargreinin í felagnum, sum eisini fevnir um kurvabólt, hondbólt, bovling, talv, borðtennis og amboðsfimleik. Felagið varð stovnað 27. februar 1900.
Skjót fakta Fult navn, Kelinavn ...
Fult navn | Fußball-Club Bayern München e. V. | |||
---|---|---|---|---|
Kelinavn |
Der FCB (The FCB) Die Bayern Stern des Südens Die Roten[1] FC Hollywood[2] | |||
Stutt navn | Bayern | |||
Stovnað | 27 februar 1900; 124 ár síðan (1900-02-27) | |||
Vøllur | Allianz Arena | |||
Ground Kapasitetur | 75,000[3] | |||
President | Herbert Hainer | |||
Formaður | Oliver Kahn | |||
Venjari | Thomas Tuchel | |||
Heimasíða | Heimasíða | |||
| ||||
Núverandi leikár |
Lat aftur