HM í fótbólti fyri feløg
From Wikipedia, the free encyclopedia
Heimsmeistarakappingin fyri feløg ella FIFA Club World Cup er ein altjóða fótbóltskapping, ið verður fyriskipað av FIFA (Fédération Internationale de Football Association). Kappingin var fyrstu ferð hildin í 2000 í Brasil og var tá á enskum nevnd FIFA Club World Championship, síðan var hon av ymiskum orsøkum ikki hildin aftur fyrr enn í 2005, og hevur síðan tá verið fyriskipað á hvørjum ári. Síðan 2005 hava tvey lond verið vertir, tey eru Japan og Sameindu Emirríkini.