Forsetavalið í USA 2016 var tað 56. forsetavalið í USA og varð hildið hin 8. november2016. Vinnarin av valinum gjørdist Donald Trump, meðan Hillary Clinton tapti. Valsigurin hjá Donald Trump á amerikanska forsetavalinum í 2016 man metast sum ein tann mest óvæntaði í nýggjari tíð, eftir at Hillary Clinton bert fáum vikum undan lá til at vinna ein greiðan sigur og til at gerast tann fyrsti kvinnuligi amerikanski forsetin nakrantíð.[6][7]FBI boðaði bert 11 dagar undan valinum frá, at málið um teldupostarnar hjá Hillary Clinton fór at verða latið upp aftur, men so nakrar fáar dagar áðrenn valið komu nýggj boð frá FBI um, at har var ikki meir at kanna, og at málið tí aftur varð niðurlagt. Hóast tapið, kann Hillary Clinton fegnast um, at hon í samanteljingini frá valinum fekk fleiri atkvøður enn Donald Trump, 47,7 prosent móti 47,5, men tað var ikki nóg mikið til at fáa neyðuga talið av umboðum á fundinum, ið endaliga velur forsetan. Millum annað bleiv Hillary Clinton fyrsta Demokratiska forsetavalevni síðani 1984 at tapa í Wisconsin, og fyrsta demokratiska forsetavalevni síðani 1988 at tapa í Michigan og Pennsylvania.[8]