Føroyar
From Wikipedia, the free encyclopedia
Føroyar (danskt: Færøerne; 62° norðurbreidd, 7° vesturlongd) eru oyggjaland í Norðuratlantshavi. Føroyar eru partur av Norðurlondum, staddar í Norðurevropa og eru limur í Ríkisfelagsskapinum. Føroya íbúgvar verða nevndir føroyingar, og tungumál føroyinga er føroyskt. Føroyska flaggið verður nevnt Merkið og føroyska skjaldarmerkið ímyndar ein veðr á bláum skjøldri. Oyggjarnar hava egið løgting og egið flagg. Føroyar eru ikki limur í ES, hóast Danmark er.
| |||
Tjóðarslagorð: Einki | |||
Tjóðsangur: Tú alfagra land mítt | |||
Alment mál | Føroyskt og danskt[1] | ||
Høvuðsstaður | Tórshavn | ||
Drotning | Margretha drotning II | ||
Løgmaður | Aksel V. Johannesen | ||
Fullveldi | Einki 1 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
1 395,74 km² 0,5 | ||
Íbúgvar - tilsamans 2022 - tættleiki |
54 211 (januar 2023)[2] 38/km² | ||
Gjaldoyra | Føroysk króna | ||
Tíðarøki | |||
Økisnavn á alnetinum | .fo | ||
Telefonkota | +298 | ||
1Føroyar hava síðan 1814 verið ein partur av danska ríkinum, men síðan 1948 havt egið heimastýri. |
Føroyar liggja í Norðuratlantshavi, 280 km norðan fyri Hetland, 430 km frá Íslandi og 575 km vestan fyri Noreg. Landið er fjallaland, 18 størri og smærri oyggjar, umleið 1400 km2 til samans. Norður og suður er landið 113 km, og eystur og vestur eru 75 km. Veðurlagið er óstøðugt.
Hin 1. juli 2011 búðu 49.267 fólk í Føroyum.[3] Umleið 19.300 búgva í høvuðsstaðarkommununi, Tórshavn, og uml. 4.700 fólk búgva í næststørsta býnum í Føroyum, sum er Klaksvík. Miðallívsævin í landinum er 80,11 ár.[4] Fiskivinnan er tann týdningarmesta inntøkukeldan í Føroyum, og hon fevnir um 95 % av øllum útflutningi úr Føroyum.[5]