Húð
From Wikipedia, the free encyclopedia
Húð (latn cutis, grikskt derma) er tann bleyti vevnaðurin, ið verjir kroppin á menniskjum og øðrum ryggjadjórum. Húðin er ein mekanisk verja móti umhvørvinum og er við til at regulera vætuskipanina og hitaskipanina í kroppinum. Kemisk evni í sveitta og øðrum vætum úr húðini verja eisini móti sjúkuelvandi evnum (patogenum).
Mest týðandi funksjónir hjá húðini eru at:
- verja innaru partarnir av kroppinum
- reglera kroppshitan
- merkja røring, hita og kulda frá umhvørvinum.