Honduras
From Wikipedia, the free encyclopedia
Tjóðveldið Honduras (alment spanskt heiti: República de Honduras) er eitt land í Miðamerika. Honduras er 112,492 km² stórt (uml. 80 ferðir so stórt sum Føroyar), og fólkatalið er 8,598,561 í 2014. Honduras hevur verið heim hjá fleiri ymiskum og týdningarmiklum indiánarastammum, herundir Mayaindiánaranum. Summi av teimum fólkunum, ið nú búgva har, eru ættað úr upprunafólkinum. Men tey flestu (umleið 90 %) hava bæði evropeiskar og amerikanskar forfedrar - mestizar. Landið er kent fyri at framleiða og útflyta mineralir, kaffi, bananir, sukur og seinastu árini eisini klæðir til altjóða klædnavinnuna. Honduras er eitt av teimum fátækastu londunum í Latínamerika. Landið hevur stórar trupulleikar við bandarelateraðum harðskapi, og meira enn helvtin av øllum íbúgvunum liva í fátækradømi. Høvuðsstaðurin eitur Tegucigalpa.
| |||
Tjóðarslagorð: "Libre, Soberana e Independiente" (føroyskt: "frí, fullveldi og sjálvbjargni") | |||
Tjóðsangur: "Himno Nacional de Honduras" | |||
Alment mál | Spanskt | ||
Høvuðsstaður | Tegicigalpa | ||
Forseti | Xiomara Casteo | ||
Varaforseti | Salvador Nasralla | ||
Fullveldi | 15. september 1821 (frá Spania) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
112,492 km² 0.18 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2022 - tættleiki |
9,540,539 84.72/km² | ||
Gjaldoyra | Lempira (HNL) | ||
Tíðarøki | UTC -6 | ||
Økisnavn á alnetinum | .hn | ||
Telefonkota | +504 | ||