J. R. R. Tolkien
From Wikipedia, the free encyclopedia
John Ronald Reuel Tolkien (3. januar 1892 í Bloemfontein, Lýðveldi Oranjefrístaturin, (ì dag Suðurafrika) – 2. september 1973 í Bournemouth, Onglandi) var bretskur rithøvundur og professari í málfrøði. Kendastu verk hansara eru Hobbin og tær tríggjar bøkurnar í røðini um Ringanna Harra. Frá 1925 til 1945 var Tolkien professari í fornenskum á Rawlinson & Bosworth og stýrislimur í Pembroke College. Bæði eru collegium á lærda háskúlanum í Oxford. Seinni gjørdist hann professari í enskum málið og bókmentum og stýrislimur á Merton collegiunum á Oxford. Tolkien og rithøvundurin C.S. Lewis vóru góðir vinmenn, og saman vóru teir limir í áhugabólkinum The Inklings, har teir lósu og kjakaðust um enskar bókmentir. (Inklings kann leystliga umsetast til Blekkararnir). Tolkien varð í 1972, sum tøkk fyri sítt ovurstóra virksemi í samband við enskar og bretskar bókmentir sum heild, útnevndur til CBE. (Commander of The Most Excellent Order Of The British Empire) av Elisabeth drotning.