Kap Verde
From Wikipedia, the free encyclopedia
Grønhøvdaoyggjar ella Kabo Verdi (portugisiskt: "Ilhas do Cabo Verde") er oyggjabólkur uttanfyri afrikonsku vesturstrondini. Oyggjarnar kallast eisini Kap Verde Oyggjarnar. Málið er portugisiskt. Hetta er ein oyggjabólkur, til støddar 4.000 ferkilometrar (3 x Føroyar) sum liggja umleið 600 km. vestanfyri Senegal í Afrika. Kap Verde umfata 10 størri og fimm smærri oyggjar. Tann størsta Sao Tiago er 1.000 km2 ella umleið fýra ferðir størri enn Eysturoy. Fólkatalið er umleið 506.000.
| |||
Tjóðarslagorð: Unidade, Trabalho, Progresso | |||
Tjóðsangur: Cântico da Liberdade | |||
Alment mál | Portugisiskt | ||
Høvuðsstaður | Praia | ||
Forseti | Carlos Veiga | ||
Løgmaður | |||
Fullveldi | 5. juli 1975 (frá Portugal) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
4,033 km² 0.0 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2010 - tættleiki |
506 000 126/km² | ||
Gjaldoyra | Cape Verdean escudo (CVE) | ||
Tíðarøki | UTC -1 | ||
Økisnavn á alnetinum | .cv | ||
Telefonkota | +238 | ||
Upprunaliga vóru oyggjarnar eitt portugisiskt hjáland, men tað gjørdist sjálvstøðugt í 1975 eins og hini portugisisku hjálondini í Afrika. Men mótsatt teimum hevur friður verið á Kap Verde. Málið tey tosað er kreolskt, ein blandingur av portugisiskum og upprunamáli. Men skriftmálið er portugisiskt, sum eisini øll duga, eins og vit duga danskt.