Kirkjubømúrurin
From Wikipedia, the free encyclopedia
Kirkjubømúrurin ella Magnus-katedralurin, er í Kirkjubø, hann verður eisini nevndur Múrurin. Erlendur biskupur byrjaði at byggja hann umleið ár 1300. Múrurin er 26,5 metrar til longdar, 10,8 metrar breiður, 9 metrar høgur og múrarnir eru 1,5 metrar tjúkkir. Katedralurin er bygdur í Gotiskum stíli.