Pólrevur
From Wikipedia, the free encyclopedia
Pólrevur, fjallarevur ella arktiskur revur (frøðiheiti: Vulpes lagopus) er eitt ránsdjór í hundaættini. Hvítur fjallarevur nevnist hvítrevur, og bláligur fjallarevur nevnist blárevur. 95 % av øllum revum í heiminum eru hvítrevar. Fjallarevur er at síggja um alla pólleiðina; hann eigur einans norðuri í kuldalondum. Hann eigur á Íslandi, Grønlandi, Svalbarði, Jan Mayen, í Alaska, Norðurkanada, Noregi, Sámalandi, Norðurfinnlandi, Norðurrusslandi og Norðursiberia. [3][4] Føði hansara er fjølbroytt, og ofta tekur hann tað, sum hann kemur framá. M.a. etur hann síl, krabbadjór, fugl og smálomb.
Fjallarevur | ||||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Pólrevur í Manitoba, Kanada | ||||||||||||||||
Varðveitingarstøða | ||||||||||||||||
Frøðilig flokking | ||||||||||||||||
| ||||||||||||||||
Pólrevur er antin heilt ljósur ella bláligur - hvítrevur og blárevur. Blárevur er á liti millum dimt stálblátt og blámorreytt alt árið, tó ljósnar hann í summarsólini, men rótin er altíð dimm. Hann losar frá apríl til august, og summarfeldurin er meira morlittur. Nýggi vetrarfeldurin veksur aftur í september. Nú á døgum er hann bara óblandaður á Kommandorskioyggjunum í Beringssundi. Alla aðrastaðni kemur hvítrevur innan av meginlandinum og makast við blárev. Hvíti liturin kemur fram av stýrdum arvaeginleika. Blá- og hvítrevur eru nakað tað sama til støddar, upp í 75 til 90 cm langir, tá er halin helmingurin av longdini. Teir viga 4-5 kg, mest um veturin, og kallrevurin er størri. [5] Hvítrevur hevur blikahvítan brodd um veturin, rótin er gráhvít, og uttast á halasnippinum eru altíð svørt hár. Vetrarfeldurin veksur í september til november, og hann kastar ullina í apríl til august. Um summarið er halin á hvítrevi ljósari, og hann er ljósari undir búkinum, feldurin er morreyður og verri enn so litfríður sum summarfeldurin á blárevi. Í vetrarfeldinum á fjallarevi eru 75 % av ullini rót (uml. 20 % av ullini á reyðrevi er rót), hetta ger, at hann kemur undan, hóast kuldin fer niður um -40 °C.