Stóra Bretland
From Wikipedia, the free encyclopedia
Stóra Bretland ella Hitt Sameinda Kongsríki Bretlands og Norðurírlands (enskt: United Kingdom of Great Britain and Northern Ireland, United Kingdom ella Great Britain) fevnir um tey fýra londini Ongland, Wales, Skotland og Norðurírland. Hóast Bretland ikki er so stórt land, hevur tað havt ógvuliga stóra ávirkan á allan heimin. Einaferð var tað ovurstórt heimsveldi, og tí er enskt eitt heimsmál. Høvuðsstaður er London og høvuðsmálið er enskt. Í Stóra Bretlandi búgva umleið 63,3 milliónir fólk (2013) á einum øki, ið er 242.910 km² til støddar.
| |||
Tjóðarslagorð: Dieu Et Mon Droit | |||
Tjóðsangur: God Save the King | |||
Alment mál | Enskt, Skotsgæliskt, Kymriskt | ||
Høvuðsstaður | London | ||
Kongur | Charles III | ||
Forsætisráðharri | Rishi Sunak | ||
Fullveldi | 1801 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
244 820 km² 1,3 | ||
Íbúgvar - tilsamans 2013 - tættleiki |
63 395 574 255,6/km² | ||
Gjaldoyra | Bretskt Pund (GBP) | ||
Tíðarøki | UTC | ||
Økisnavn á alnetinum | .uk, .gb | ||
Telefonkota | +44 | ||