Tórshavn
føroyski høvuðsstaðurin / From Wikipedia, the free encyclopedia
Tórshavn ella Havnin er høvuðsstaður í Føroyum og nógv størsti býurin, hóast hann ivaleyst er ein av heimsins minstu høvuðsstøðum. Í meira enn 1.000 ár hevur Tórshavn verið miðdepil landsins. Men ikki fyrr enn í 1866 varð Tórshavn formliga viðurkendur sum sjálvstýrandi eind, sum veruligur høvuðsstaður. Havnin er ein nútímans, virkin býur við handilslívi, ídnaði og fyrisiting, við skúlum og fjølbroyttum valmøguleikum til víðari útbúgving, við ítrótti og einum blómandi mentanarlívi.
Tórshavn (Havn) | ||
KontorshavnThorshavn (danskt) | ||
Høvuðsstaður | ||
Vestaravág í Havn | ||
|
||
Land | Føroyar | |
---|---|---|
Sýsla | Suðurstreymoy | |
Oyggj | Streymoy | |
Kommuna | Tórshavnar kommuna | |
Vídd | 158 km² | |
Íbúgvar | 13.640 (2021)[1] | |
Postnummur | FO-100 | |
Markatal | 21-00-00 | |
|
Býurin er bygdur rundan um tvær smáar vágir: Vestaru Vág og Eystaru Vág, sum Tinganes gongur út millum. Havnin er vaksin nógv seinastu hundrað árini. Eins og í nógvum øðrum nútímans stórbýum eru nógv frítíðartilboð, og møguleikarnir at fáa arbeiði ella at nema útbúgving eru betri í Havn enn á bygd. Havnaøkið hevur stóran týdning. Her verður farmur lossaður, og flestu ferðafólkini koma og fara um Havnina. Árliga koma og fara 3.400 skip um Tórshavnar havn, og 680.000 tons fara um bryggjukantin.
Havnin er sjálvur landsins landafrøðiligi miðdepil - ella tað halda tey sjálv í hvørjum falli - og her er landsins tingstaður, sum hann hevur verið í meira enn 1.000 ár. Í Tórshavn og økinum rundanum búgva uml. 20.000 fólk.[2]