Týskt mál
From Wikipedia, the free encyclopedia
Týskt (Deutsch [dɔiʧ] á týskum) er eitt av vesturgermansku málunum og er millum heimsins størstu mál. Týskt er tað málið, ið flest fólk tosa í Evropa. Týskt er samstundis størsta mál í Evropasamveldinum. Yvir 100 milliónir fólk hava týskt sum móðurmál, m.a. 90 mió. í Evropa. Týskt er mest útbreidda móðurmál í Evropa eftir russiskt. Í m.a. vísindum, gransking, handilsskapi og mentan er týskt eitt týðandi mál í øllum heiminum. Týskt og føroyskt hava felags uppruna og líkjast í roynd og veru nógv. Vit siga til dømis hann, hon ella tað um øll navnorð á báðum málunum. Føroyskt og týskt eru eisini bæði fallmál, sum ger, at bygnaðurin líkist nógv. Týsk mállæra hevur so at siga eingi undantøk. Tað ger málið lætt av læra “eftir bókini.” Úttalan og stavsetingin liggja tætt upp at hvørjum øðrum. Nógv orð á føroyskum eru komin úr týskum umvegis danskt.
Týskt Deutsch | ||
---|---|---|
Tosað í: | Eysturríki Belgia Týskland Liktinstein Luksemborg Sveis Pennsylvania Suðurtyrol Suðurjútland Espírito Santo Namibia. | |
Tosandi íalt: | 101 mió. | |
Málætt: | Indoevropeiskt Germanskt | |
Málkotur | ||
ISO 639-1: | de | |
ISO 639-2: | ger | |
ISO 639-3: | deu
. |
125 milliónir fólk kring allan heim tosa týskt, av teimum 101 millón sum fyrsta mál. Týskt verður fyrst og fremst tosað í Týsklandi, Eysturríki, Liktinstein, Luksemborg í 2/3 av Sveis, í 2/3 av Suðurtyrol (Südtirol) í Italia, í Eysturbelgia og í nøkrum býum í Suðurjútlandi í Danmark. Eisini í Namibiu verður týskt tosað av nógvum fólkum sum móðurmál. Fimtihvør íbúgvi í ES hevur týskt sum móðurmál, og næst eftir enskt er týskt vanligasta fyrsta fremmandamál í Evropa. Men eisini sunnast í Afrika og summastaðni í Suðuramerika (t.d. Espírito Santo í Brasil) eru nógv fólk, sum duga týskt. Í Namibia hevur týskt støðu sum alment viðurkent minnilutamál. Eisini í hinum heimspørtunum eru týskttalandi minnilutar, m.a. í Pennsylvania í USA.