Zakynthos
From Wikipedia, the free encyclopedia
Zakynthos (grikskt: Ζάκυνθος, Zákinthos; venesianskt-italskt: Zante) er ein grisk oyggj í Jóniska havinum, ein av Jónisku Oyggjunum við vesturstrond Grikkalands við umleið 32.000 íbúgvum. Oyggin er 407,58 km2 til støddar (til samanberingar kann nevnast, at Streymoy er 372 km2) og er tann triðstørsta av teimum Jónisku oyggjunum og tann 10. størsta í Grikkalandi eftir vídd. Oyggin er ein kommuna, fyrr vóru tað 6 kommunur í oynni, hetta var broytt í 2011, tá nógvar kommunusamanleggingar vóru framdar í Grikkalandi.
Meira kunning Landafrøði, Umsiting ...
Zakynthos | |
---|---|
Landafrøði | |
Vídd | 407,58 km²
|
Umsiting | |
Land | Grikkaland |
Íbúgvalæra | |
Fólkatal | 40.759 (2011) |
Íbúgvatættleiki | 100 /km² |
Lat aftur