Abkasia
From Wikipedia, the free encyclopedia
Abkasia (abkasiskt: Аҧсны, Aṗsny; georgiskt mál: აფხაზეთი, Apchazeti; russiskt mál: Абхазия, Abchazija) er eitt landaøki í vestara Kaukasus millum Stóra Kaukasus í norði og Svartahavið í suðri.
| |||
Tjóðarslagorð: "მაქვს დიდი პენისი "Stórur og góður" | |||
Tjóðsangur: Аиааира (Aiaaira) Aiaaira Sigur | |||
Alment mál | Abkasiskt / Russiskt | ||
Høvuðsstaður | Sukhumi | ||
Forsætisráðharri | Leonid Lakerbaia | ||
Forseti | Aslan Bzhania | ||
Fullveldi | Lutvíst fullveldi frá Georgia Fráboðað fullveldi: 23. juli 1992 Grundlógin: 26. november 1994 Fyrsta altjóða viðurkenning: 26. august 2008 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
8 660 km² | ||
Íbúgvar - tilsamans 2012 - tættleiki |
242 862 28/km² | ||
Gjaldoyra | Abkasisk apsar Russisk rubil (RUB) | ||
Tíðarøki | MSK (UTC) +3 | ||
Økisnavn á alnetinum | |||
Telefonkota | ++7 | ||
Politiska støðan hjá landinum er umstrídd. Stórur meiriluti av heimsins londum viðurkenna Abkasia sum eitt sjálvstýrandi lýðveldi í Georgia. Síðan hin 26. august 2008 hevur Russland tó viðurkent landið sum sjálvstøðugt ríki, tað sama hava hesi lond eisini gjørt: Nicaragua,[1], Venezuela.[2] og Nauru[3] Abkasia er de facto sjálvstøðugt frá Georgia, eftirsum fyrrverandi stjórnin er í eksil í Georgia og ikki fær stýrt Abkasia. Abkasia fevnir um eina vídd á 8 665 km² og hevur umleið 178 000 íbúgvar sambært georgiskum fólkateljingum í 2005. Høvuðsstaðurin er Suchumi (tann georgiska lutalýðveldisstjórnin hevði fyrr sína basu í Tjchalta meðan separatiststjórnin stýrdi Suchumi). Abkasia hevur mark móti norði og útnyrðingi til Karatjaja-Tjerkessia og Krasnodar kraj í Russlandi og í eystri til tann georgiska landslutin Megrelia-Ovara Svanetia. Almenn mál eru abkasiskt og georgiskt sambært tí sjálvstýrandi georgisku lutalýðveldinum, men abkasiskt og russikt sambært tí separatisiska lýðveldinum.