Ian Fleming
From Wikipedia, the free encyclopedia
Ian Lancaster Fleming (føddur 28. mai 1908 í Mayfair í London, deyður 12. august 1964 í Canterbury í Onglandi) var bretskur rithøvundur.[1] Hann var ættaður úr Skotlandi, men vaks upp og gekk í skúla í Onglandi.
Ian Fleming er best kendur fyri krimiskaldsøgurnar ella njósnaraskaldsøgurnar um bretska loyniagentin James Bond, sum hann í fimmti- og sekstiárunum skrivaði. Fleming skrivaði tilsamans fjúrtan skaldsøgur og nýggju stuttsøgur um agent 007.[2] Tá hann doyði í 1964, hevði hann longu selt fleiri enn 30 milliónir eintøk.