Kolkata
From Wikipedia, the free encyclopedia
Kolkata (bengalskt: কলকাতা ['kolkat̪a], fyrr: Calcutta) er høvuðsstaður í tí indiska stakríkinum Vesturbengal. Býurin liggur í útnyrðingspartinum av India á eystara áarbakka av Hugliánni.[8] Við forstøðum kemur fólkatalið upp á umleið 14 milliónir íbúgvar, ið ger býin til triðstørsta stórbýarøki í India, eftir Bombay og Delhi.
Kolkata কলকাতা Calcutta | |
---|---|
Metropolis/Stórbýur | |
Við urinum frá toppinum: Victoria Memorial, St. Paul's Cathedral, handilsøkið í miðbýnum, Howrah Bridge, sporvognleiðin í býnum, Vidyasagar Brúgvin | |
Kelinavn: City of Joy | |
Staðseting av Kolkata í Vestur Bengal | |
Coordinates: 22°34′22″N 88°21′50″E | |
Land | India |
Stakríki | Vestur Bengal |
Division | Presidency |
Distrikt | Kolkata[upper-alpha 1] |
Stjórn | |
• Slag | Borgarstjóra-býráð |
• Eind | KMC |
• Borgarstjóri | Sovan Chatterjee[5] |
• Sjeriffur | Ranjit Mallik[6] |
• Løgreglustjóri | Surajit Kar Purakayastha[7] |
Øki | |
• Metropolis/Stórbýur | 205 km2 (79,15 sq mi) |
• Stórbýarøki | 1.886,67 km2 (728,45 sq mi) |
Hædd | 9 m (30 ft) |
Fólkatal (2011) | |
• Metropolis/Stórbýur | 4,496,694 |
• Støða | 7. |
• Tættleiki | 24.429/km2 (Bad rounding here63,000/sq mi) |
• Stórbýur | 14.112.536 |
• Metropolitan nr. | 3, |
Íbúgvanavn | Kolkatan |
Tíðasona | IST (UTC+05:30) |
ZIP kota(ur) | 700 001 to 700 157 |
Økiskota | +91-33 |
Akfar skráseting | WB 01 to WB 10, WB 19 to WB 22 |
UN/LOCODE | IN CCU |
Almenn mál | Bengalskt og enskt |
Heimasíða | www.kmcgov.in |
|
Kolkata var høvuðsstaður í India undir Bretska India til 1911. Eftir at býurin tá var miðdepil fyri útbúgvingar, ídnað, vísind, mentan og politikk í India, er Kolkata í dag merkt av politiskum harðskapi, av ósemjum og búskaparligum hóttafalli síðan 1954. Síðan ár 2000 hevur búskaparlig endurnýggjan bjargað vøkstri av býnum. Eins og onnur stórbýarøki í India, so hevur Kolkata stórir trupulleikar við fátækradømi, dálking og ferðsluproppum. Flestu íbúgvar í býnum eru bengalar og tosa bengalskt.