Raquel Welch
From Wikipedia, the free encyclopedia
Raquel Welch (fødd sum Jo Raquel Tejada tann 5. september 1940 í Chicago, Illinois, deyð 15. februar 2023 í Los Angeles, Kalifornia) var amerikonsk sjónleikarinna og modell.[1][2]
Hon byrjaði yrkisleiðina sum sjónleikari í 1960-árunum.
Ein av kendastu leiklutum hennara var í filminum “One Million Years B.C.” frá 1966. Plakatin við Welch í bikini úr djórafeldi gjørdist heimskend.[3]
Í 1974 vann hon eina Golden Globe virðisløn fyri leiklut sín í filminum “The Three Musketeers”.[3]
Í 1996 fekk hon eina stjørnu á Hollywood Walk of Fame.[2]