Sachsen-Anhalt
From Wikipedia, the free encyclopedia
Sachsen-Anhalt (týskt: Land Sachsen-Anhalt, lágtýskt: Sassen-Anholt, stytt: ST; enskt: Saxony-Anhalt) er eitt stakríki í Samveldislýðveldinum Týsklandi.
Sachsen-Anhalt | |
---|---|
Flagg | Skjøldur |
Grunddáta | |
Land: | Týskland |
Alment mál: | týskt, lágtýskt (í norðara parti) |
Høvuðsstaður: | Magdeburg |
Størsti býur: | Halle |
Stovnað: | 21. juli 1947 (3. Oktober 1990) |
Forsætisráðharri: | Reiner Haseloff (CDU) |
Vídd: | 20.451,58 km² |
Íbúgvar (2018): | 2.208.321[1] |
fyri km²: | |
Tíðarzona: | UTC +1/+2 |
Heimasíða: | www.sachsen-anhalt.de Archived 2011-07-19 at the Wayback Machine |
Kort yvir Sachsen-Anhalt | |
Stakríkið liggur í vestara parti av fyrrverandi Eysturtýsklandi. Lutstaturin er meiri enn 20,4 túsund km² til víddar og hevði við árslok 2018 fleiri enn 2,2 mió íbúgvar.[2][3] Harvið er lutstaturin tann 8. størsti í Týsklandi eftir vídd og tann 11. størsti eftir fólkatali.
Høvuðsstaður í Sachsen-Anhalt er Magdeburg og størsti býur er Halle. Aðrir stórir býir eru Dessau-Roßlau, Wittenberg, Weißenfels, Halberstadt, Stendal, Bitterfeld-Wolfen, Merseburg, Bernburg, Wernigerode og Naumburg.
Býir við søguligum bygningum ella sum hava nakran týdning í søguligum høpi, eru Quedlinburg, Eisleben og Köthen.
Elbá er týdningarmesta áin í Sachsen-Anhalt.