Alessandro Del Piero
From Wikipedia, the free encyclopedia
Alessandro Del Piero (føddur 9. november 1974) er ein italskur World Cup-vinnandi fótbóltsleikari, sum í løtuni (2013) spælir við Sydney FC í A-League. Hann er nummar trý toppskorari í Serie A í Italia gjøgnum allar tíðir við 335 málum, næst eftir Giuseppe Meazza, 338 mál, og Silvio Piola, 364 mál. Hann spældi við Juventus F.C. í 19 ár (11 ár sum liðskipari) og eigur metið hjá felagnum fyri flest skotin mál (290) og fyri flest spældar dystir (705).
Del Piero hevur skorað í øllum kappingum, sum hann hevur luttikið í.[1]
Í 2000 var hann tann best betaldi fótbóltsspælarin í heiminum, tá hugt verður at løn, bonus og inntøkum fyri lýsingar.
Hann hevur spælt fýra FIFA World Cup og fýra UEFA European Football Championship við tí italska landsliðnum. Hann er á einum deildum fjórðaplássi (saman við Roberto Baggio) á tí italska landsliðnum á toppskoraralistanum, við 27 málum (næst eftir Silvio Piola við 30 málum, Giuseppe Meazza við 33 málum og Luigi Riva við 35 málum) í 91 landsdystum.
Í 2007 vann hann altjóða fótbóltsheiðurslønina Golden Foot, sum bert verður til givin til ein fótbóltsleikara einaferð í lívinum. Heiðurin verður latin einum aktivum fótbóltsleikara, sum er yvir 29 ár og hevur víst framúrskarandi úrslit bæði sum einstaklingur og sum liðspælari.