Amerikonsku Jómfrúoyggjar
From Wikipedia, the free encyclopedia
Amerikonsku Jómfrúoyggjar (enskt: United States Virgin Islands) er ein oyggjabólkur sum hoyrir til USA, sum fyrr vórðu kallaðar Vesturindisku oyggjarnar, tá tær vóru undir donskum ræði. Amerikonsku Jómfrúoyggjar er annar av teimum tveimum oyggjabólkunum, sum mynda Jómfrúoyggjar í Karibia. Hesar oyggjar liggja tætt við Puerto Riko; hetta er ein oyggjabólkur, til støddar 346,36 ferkilometrar, sum liggja umleið 64 km eystanfyri Puerto Riko. Oyggjabólkurin er ein av fimm fólkaðu amerikonskum hjálondunum. Størsti býurin, ið er Charlotte Amalie, liggur sunnanvert á oynni St. Thomas. Býurin er eisini høvuðsstaður.
| |||
Tjóðarslagorð: United in Pride and Hope | |||
Tjóðsangur: Virgin Islands March | |||
Alment mál | Enskt | ||
Høvuðsstaður | Charlotte Amalie | ||
Forseti | Joe Biden | ||
Guvernørur | Albert Bryan (D) | ||
Fullveldi | Onki 1 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
346,36 km² 1,0 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2012 - tættleiki |
105 275 354/km² | ||
Gjaldoyra | Amerikanskur dollari (USD) | ||
Tíðarøki | UTC -4 | ||
Økisnavn á alnetinum | .vi og .us | ||
Telefonkota | +1 | ||
1Undir amerikonskum yvirræði. |
Oyggjarnar eru umleið 80 í tali. Fýra av oyggjunum er bygdar, hinar eru smærri oyggjar ella hólmar, har ongin býr. Saint Croix, Saint Thomas og Saint John eru størstu oyggjarnar í hesum oyggjabólki. Tann størsta, Saint Croix, er 214,7 km2 ella umleið 2 ferðir størri enn Sandoy. Landið hevur umleið 104 túsund íbúgvar í 2014. Oyggjarnar vóru fyrst spanskar og siðan danskar frá 1691 til 1917. Amerikonsku Jómfrúoyggjar hava sjálvstýri, men eru nú undir amerikonskum yvirræði. Mesta fólkið er afrikanarar, men eisini er ein hvítur minniluti (uml. 13 %).[1] Málið tey tosað er kreólskt, ein blandingur av enskum, donskum[2] og upprunamáli. Men skriftmálið er enskt, sum eisini øll duga, eins og vit duga danskt. Almenna málið er enskt.
Høvuðsvinnurnar eru ferðavinna og landbúnaður. Heitt er veðurlagið, og ofta regnar, so væl fæst burtur úr jørðini. Ferðavinna er ein týdningarmikil vinna á flestu Jómfrúoyggjunum; fólk úr øllum USA koma at ferðast á flógvu sandstrondunum í Jómfrúoyggjum. Ferðavinnan hevur alstóran týdning fyri búskapin, og stívliga helvtin av fólkinum í landinum arbeiðir á gistingarhúsum, í handlum og á matstovum. Charlotte Amalie, á oynni Saint Thomas, er størsti ferðavinnubýur, og har er djúp og góð havn til stór skip, ið eru á rundferð í Karibiahavi.[3] Fín strond breiðir seg úr vestur til eystur - frá miðbýnum í Charlotte Amalie. Umframt hesar stóru strendurnar finnast fleiri smærri strendur uttan fyri býin. Umleið 7 km norðan fyri Charlotte Amalie finnur tú eina av bestu strondunum, Magens Bay. Gjaldoyrað, ið nýtt verður, er amerikanskur dollari (USD). Íbúgvar á Jómfrúoyggjum hava rætt at búsetast og arbeiða í USA og at gera sjálvbodna tænastu í amerikanska herinum.