Anthony Bourdain
From Wikipedia, the free encyclopedia
Anthony Michael Bourdain (25. juni 1956 - 8. juni 2018) var amerikanskur kokkur, rithøvundur, ferðalýsari og sjónvarpsvertur. Hann var við í fleiri sjónvarpsendingum, ið lýstu í millum annað altjóða matmentan. Hann var álitin ein av mest týðandi kokkum í heiminum, imillum nógvar viðmerkjarar.[1][2][3][4]
Anthony útskrivaðist frá The Culinary Institute of America í 1978, og hevur arbeitt í fleiri stórkøkum ígjøgnum starvsleið sína. Harímillum sum høvuðskokkur á matstovuni Brasserie Les Halles á Manhattan í New York City. Hann gjørdist fyrst kendur fyri bókina Kitchen Confidential: Adventures in the Culinary Underbelly sum var útgivin árið 2000. Fyrsta sjónvarpsstarvið var í sjónvarpsrøðini Cook's Tour, ið var send í 35 pørtum á sjónvarpsstøðini The Food Network í 2002-2003. Í 2005 gjørdist hann vertur í sendingini Anthony Bourdain: No Reservations (2005–2012) og seinni í The Layover (2011–2013). Báðar sjónvarpsrøðinar vóru vístar á The Travel Channel. Í 2013 gjørdist hann dómari í matkappingini The Taste, har hann var verandi í 3 ár. Um hesa tíð skifti hann eisini sjónvarps rás og gjørdi sjónvarpsrøðina Anthony Bourdain: Parts Unknown fyri CNN.
Sjálvt um Anthony er best kendur fyri sína starvsleið sum kokkur og í sjónvarpi, hevur hann eisini skriva hópin av fiktivum og non-fiktivum bókum.