Astekar
From Wikipedia, the free encyclopedia
Aztekarnir vóru eitt mesoamerikanskt fólk úr Miðmexico við ríkari gudalæru og mentanararvi.
Á nahuatl, ið er tað upprunaliga málið hjá astekum, merkir orðið "astekur" "ein ið kemur frá Astlán".[1] Astekarnir nevndu seg sjálvar sum mexika, (útalast [mesjíka]) sum er upprunin til navnið "Meksiko". Nútíðarnýtslan av navninum astekar sum eitt felagsheiti ið fevndi um øll tey fólkasløg ið við handli, siðum, átrúnaði og máli høvdu samband við mexica-fólkið, varð skotið upp av Alexander von Humboldt.