Carlos Santana
From Wikipedia, the free encyclopedia
Carlos Santana, føddur 20. juli 1947, er ein meksikansk-amerikanskur tónleikari. Hann gjørdist kendur síðst í 1960-árunum og fyrst í 1970-árunum við tónleikabólki sínum Santana, ið spæla blanding av rokk- og latínamerikanskum tónleiki. Bólkurin helt fram við at spæla men varð ikki sera væl umtikin aftur fyrr enn síðst í 1990-árunum. Í 2003 valdi tónleikatíðarritið Rolling Stones Magazine Carlos Santana sum nummar 20 av 100 bestu gittaristum nakrantíð.[2] Carlos hevur vunnið 10 Grammy-virðislønir og 3 Latin Grammy-virðislønir.[3]
Skjót fakta Bakgrundskunning, Fødd/ur ...
Carlos Santana | |
---|---|
Santana í Indianapolis, 2011 | |
Bakgrundskunning | |
Fødd/ur |
(1947-07-20) 20. juli 1947 (aldur 76) Autlán |
Uppruni | San Francisco, USA |
Sjangrur |
Rokk tónleikur Latin rokk Chicano rokk Blues rock Jazz rock Tejano tónleikur Fríur djassur Psychedelic rokk |
Størv |
Tónleikari Tónaskald Tónleikabólkaleiðari |
Ljóðføri |
Gittar Slagverk Sangur |
Ár virkin | 1966–nú |
Plátufeløg | RCA Records,[1] Arista Records, Polydor Records, Columbia Records, Polygram Records, CBS |
Luttøka við øðrum |
Santana Los Lonely Boys John McLaughlin Maná Herbie Hancock |
Heimasíða | santana.com |
Týðandi ljóðføri | |
PRS Santana II Yamaha SG2000 Devadip Yamaha SG175 Gibson SG |
Lat aftur