Føroyska fótbóltsmanslandsliðið
From Wikipedia, the free encyclopedia
Føroyska A-landsliðið í fótbólti hjá monnum vann fyrsta EM-undankappingardyst sín í Landskrona 12. september 1990, tá Torkil Nielsen skeyt mál móti eysturríkska landsliðnum. Síðani hava úrslitini verið svingandi, sum oftast vinna mótstøðuliðini, men onkrir sigar og javnleikir eru av og á, og sigurin hjá stórum fótbóltstjóðum er onkuntíð sera tepur, sum t.d. tá Føroyar tapti 0-1 á heimavølli móti Italia í 2011. Føroyar fingu limaskap í FIFA í 1988 og UEFA í 1990 og spældu sín fyrsta altjóða landsdyst móti Íslandi hin 24. august 1988, Ísland vann dystin 1-0.[1]
Samband | Fótbóltssamband Føroya | ||
---|---|---|---|
Samgonga | UEFA (Evropa) | ||
Høvuðsvenjari | Håkan Ericson | ||
Hjálparvenjari | Eli Hentze | ||
Liðskipari | Hallur Hansson | ||
Flestir dystir | Fróði Benjaminsen (95) | ||
Toppskorari | Rógvi Jacobsen (10) | ||
Heimastadion | Tórsvøllur og Svangaskarð | ||
FIFA kota | FRO | ||
FIFA støða | 110 (18. juli 2020) | ||
Hægsta FIFA støða | 74 (juli 2015 og okt. 2016) | ||
Lægsta FIFA støða | 198 (september 2008) | ||
Elo støða | 144 (10. september 2020) | ||
Hægsta Elo støða | 142 (7–9. oktober 2016) | ||
Lægsta Elo støða | 173 (4. juni 2008, 10. september 2008) | ||
| |||
Fyrsti altjóðadystur | |||
Ísland 1–0 Føroyar (Akranes, Ísland; 24. august 1988) | |||
Størsti sigur | |||
Føroyar 5–1 Liktinstein (Tórshavn; 7. juni 2021) | |||
Størsta tap | |||
Jugoslavia 7–0 Føroyar (Beograd, Jugoslavia; 16. mai 1991) Rumenia 7–0 Føroyar (Bukarest, Rumenia; 6. mai 1992) Føroyar 0–7 Noreg (Toftir, Føroyar; 11. august 1993) Føroyar 1–8 Jugoslavia (Toftir, Faroe Islands; 6. oktober 1996) |
Hin 14. november 2014 vunnu Føroyar á útivølli móti Grikkalandi í undankapping til EM í fótbólti. Jóan Símun Edmundsson gjørdi málið. Hin 13. juni 2015 eydnaðist tað enn einaferð fyri føroyska fótbóltslandsliðið at vinna móti Grikkalandi, tá ið Føroyar hevði heimavøll á Tórsvølli. Føroyar vann dystin 2-1, málini hjá Føroyum gjørdu Hallur Hansson og Brandur Olsen. Gott 11 milliónir búgva í Grikkalandi og umleið 49.000 í Føroyum. Grikkaland gjørdist evropameistari í 2004 og luttók í endaspælinum á HM 2014.