London Underground
From Wikipedia, the free encyclopedia
London Underground (eisini kent sum the Underground ella the Tube) er ein metroskipan, ið veitir tænastu til stórar partar av Stórlondon og partar av grannaøkjunum Buckinghamshire, Hertfordshire og Essex. Skipanin veitir tænastu til 270 støðir og hevur 402 km spor, av hesum eru 45 prosent undir jørðini. Síðan 2003 hevur LUL verið eitt dóttirfelag, hvørs eigari er Transport for London (TfL), ið er tað lógarkravda felagið, ið hevur ábyrgdina av størstapartinum av ferðasambandinum í Stórlondon. Felagið verður rikið av einari leiðslu og einum kommiseri ið verður útpeikaður av borgarstjóranum í London. Í 2012 vóru 91 prosent av rakstrarútreiðslunum fevndar av ferðafólkainntøkum.[4]
Skjót fakta Yvirlit, Staður ...
Eitt Central line tok djúpt niðri í undirgrundini á Lancaster Gate á veg til Ealing Broadway | |
Eitt størri tok frá Metropolitan line yvir jørðini, á Farringdon á veg til Aldgate | |
Yvirlit | |
---|---|
Staður | Greater London og home counties |
Slag av flutningi | Undirgrundsbani |
Tal av leiðum | 11[1] |
Tal av støðum | 270 veitir tænastu[1] (260 eigur) |
Annual ridership | 1,265 milliardir (2013/14)[2][3] |
Heimasíða | London Underground |
Rakstur | |
Byrjaði rakstur | 10 januar 1863; 161 ár síðan (1863-01-10) |
Operator(s) | London Underground Limited |
Tøkni | |
Longd av skipan | 402 km (250 mi)[1] |
Sporbreidd | 1.435 mm (4 ft 8 1⁄2 in) standard gauge |
Ravmagnan | 630 V DC fourth rail |
Miðalferð | 33 km/h (21 mph)[2] |
Lat aftur