Loretta Lynn
From Wikipedia, the free encyclopedia
Loretta Lynn (14. apríl 1932 ‐ 4. oktober 2022) var ein amerikanskur country-sangari, sangskrivari og rithøvundur úr Butcher Hollow, Kentucky, USA. Hon seldi yvir 45 milliónir eintøk á teimum 42 útgávunum, ið hon útgav.[1] Millum hennara kendastu sangir eru "Don't Come Home A' Drinkin'", "One's On The Way", "Fist City", "Coal Miner's Daughter" og "You Ain't Woman Enough To Take My Man".
Loretta Lynn | |
---|---|
Loretta Lynn, 2016. | |
Bakgrundskunning | |
Føðinavn | Loretta Webb |
Eisini kend/ur sum |
The Coal Miner's Daughter The First Lady of Country Music The Decca Doll The Queen of Country Music |
Fødd/ur |
(1932-04-14) 14. apríl 1932 (aldur 92) Butcher Hollow, Kentucky, USA |
Andaðist |
4. oktober 2022(2022-10-04) (aldur 90) Hurricane Mills, Tennessee, USA |
Sjangrur | Country, honky-tonk, gospel |
Størv | Songkvinna-sangskrivari, rithøvundur, sjónleikari |
Ljóðføri | Songur, gittari |
Ár virkin | 1960–2022 |
Plátufeløg | Zero, Decca, MCA, Columbia, Audium, Interscope, Legacy |
Luttøka við øðrum | Crystal Gayle, The Lynns, Peggy Sue, Ernest Tubb, Conway Twitty, Jack White, The Wilburn Brothers |
Heimasíða | www.lorettalynn.com |
Hon var dóttir Melvin "Ted" Webb (1906–1959) og Clara Marie (Ramey) Webb (1912–1981). Mamma hennara var av skotskum/írskum og cherokesiskum uppruna. Pápin arbeiddi í kolanámi. Loretta bleiv gift longu sum 15-ára gomul við Oliver Vanetta Lynn, Jr. (1926–1996), vanliga nevndu "Doo".[2] Bert 18 ára gomul átti hon sítt triðja barn. Tá Loretta fylti 21 ár, gav maðurin henni ein Harmony guitar, sum kostaði $17.00 í føðingardagsgávu.
Hon lærdi seg sjálva at spæla guitar, og tá hon var 24 ára gomul eggjaði maður hennara henni til at gera nakað meira við tónleikin og gerast sangari. Hon byrjaði so at syngja á Delta Grange Hall í Washington State saman við orkestrinum hjá the Pen Brothers og hjá The Westerners, og tá ein tíð var fráliðin innspældi hon sína fyrstu plátu í februar 1960. Hon gjørdist partur av country-tónleikapallinum í Nashville í 1960-árunum, og í 1967 kom hennara fyrsta av 16 løgum sum nummar eitt á hittlistum. Hon skrivaði ein best-seljara ævisøgu, sum bleiv filmatiserað til Academy Award (Oscar) vinnandi filmin, Coal Miner's Daughter, við Sissy Spacek og Tommy Lee Jones í 1980.
Hon stuðlaði George W. Bush (R) í 2000.[3]
Amerikanska sangarinnan Crystal Gayle er lítlasystir hjá Lorettu Lynn.