Magna carta
From Wikipedia, the free encyclopedia
Magna Carta (Frælsisbrævið mikla) frá 1215 var sáttmáli ímillum kong og enska aðalin. Har stóð, at kongur skuldi ikki misnýta sítt vald og krevja aðalin eftir skatti. Magna Carta fekk stóran týdning, tí tað var á fyrsta sinni staðfest, at kongsins rættindi vóru avmarkað. Magna Carta skuldi fyrst og fremst veita barónunum rættindi mótvegis kongi. Men sumt av tí, sum stendur í Magna Carta, veitir eisini vanligum fólki trygd.
Skjalið var úrslitið av friðarsamráðingum millum Jóhan kong I og teir barónar ið høvdu gjørt uppreistur móti hansara kúgandi stýri. Hetta frælsisbræv hevur verið grundarlagið undir mongum lógum, sum eru galdandi í Stórabretlandi.