Maria Stuart
From Wikipedia, the free encyclopedia
Maria Stuart (á enskum Mary, Queen of Scots; fødd sum Mary Stewart tann 8. desember 1542 í Linlithgow Palace, deyð 8. februar 1587 í Fotheringhay Castle, Northamptonshire) var drotning í Skotlandi frá 14. desember 1542 til 24. juli 1567.
Hon var dóttir Jákup V av Skotlandi (1512-1542) og Mariu av Guise (1515-1560). Harafturat var hon langabbadóttir Henrik VII av Onglandi. Maria Stuart var uppald í katólskari trúgv. Tá faðirin knappliga doyði, gjørdist Maria skotadrotning bert nakrar fáar dagar eftir at hon varð fødd.[1]