Mykines
From Wikipedia, the free encyclopedia
Mykines er vestasta oyggj í Føroyum, og har búgva 13 fólk. Mykines er við sínum umleið 11 km2 eyðkend við sínum ríka fuglalívi. Her heldur súlan til saman við ørgrynnu av lunda og øðrum fugli. Oyggin er fevnd av lívi og ljóði allan sólarringin. Millum Mykines og Vágar er Mykinesfjørður, og hólmurin er skildur frá oynni av Hólmgjógv, men millum hólmin og oynna er brúgv. "Súlan" siglir summarhálvuna. Um veturin er tað tyrlan, ið røkir farleiðina. Tyrlan flýgur hvønn mikudag, fríggjadag og sunnudag, alt árið við fólki og farmi.
Mykines er umleið 11 ferkilometrar til støddar og er tann oyggin, ið liggur longst vesturi í Føroyum. Á henni búgva umleið 10-15 fólk (2006), hóast har eru eini 40 hús. Ein skúli er á oynni, bygdur í 1894 og ein kirkja, bygd í 1879. Hóast fá fólk búgva á oynni, so koma nógv fólk har um summarið, og fyri 60 árum síðani búðu millum 160 og 180 fólk har. Har er nógvur fuglur og eisini ganga yvir 1000 seyðir har.
Mykines er eisini kend orsakað av málaranum Sámal Joensen-Mikines, ið man vera ein av teimum kendastu í Føroyum og verður oftani bara nevndur Mikines. Hann varð føddur í 1906, búði í Innistovu og í dag er verksmiða hansara eitt gistingarhús og eitur Kristianshús. Mikines hevur málað yvir 25 málningar, og eru teir sera eftirspurdir í Føroyum.