St. Moritz
From Wikipedia, the free encyclopedia
Sankt Moritz, stytt: St. Moritz (retoromanskt: San Murezzan, italskt: San Maurizio d'Engadina) er ein lítil fjallabýur í fylkinum (kanton) Graubünden í landsynningsparti í Sveis.
Fjallabýurin liggur fram við St. Moritzvatni (St. Moritzersee á týskum), í uml. 1800 metra hædd. Í 2018 búðu millum fimm og seks túsund fólk í St. Moritz.[1]